01.11.2024

Arctic Import stuðlar bardaganum móti krabbameini í Grønlandi

Stop krften 2024

Aftur í ár er Arctic Import gullsponsorur fyri árligu landsinnsavningina hjá Neriuffiit Kattuffiat (Kræftens Bekæmpelse), sum verður hildin 1. november 2024 og verður víst beinleiðis á KNR-TV. Okkara stuðul er partur av okkara framhaldandi arbeiði við stuðla týdningarmiklum framtøkum, sum arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá krabbameinsraktum í Grønlandi.

Neriuffiit Kattuffiat hevur seinastu árini savnað miðlar til byggingina av Kræftens Hus í Nuuk; ein verkætlan, sum væntast at vera liðug innan 30. juni 2026. Kræftens Hus verður ein miðdepil fyri ráðgeving, upplýsing og stuðul til krabbameinssjúklingar og familjur teirra. Har fara m.a. at vera hentleikar til samtalur við fakpersónar, kunningarfundir og ein íbúð, har krabbameinssjúk og teirra nærmastu, kunnu vera í heimligum umhvørvi, meðan tey fáa viðgerð á SANA. Hetta gevur teimum møguleika til at trekkja seg burtur úr sjúkrahúsumhvørvinum.

Í Artic Import síggja vit tað sum ein týdningarmiklan part av okkara sosialu ábyrgd, at stuðla slíkum framtøkum sum hetta. Krabbamein er ein sjúka, sum ávirkar mong, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, og vit halda tað vera avgerandi, at geva okkara íkast til at skapa betri kor og møguleikar til tey raktu. Við at stuðla Neriuffiit Kattuffiat, hjálpa vit við at fremja upplýsing um krabbafyribyrging og stuðla sjúklingum og familjum teirra í viðgerðini.

Vit vilja gjarna takka Neriuffiit Kattuffiat fyri teirra stóra átak og arbeiði í Grønlandi. Teirra arbeiði ger veruliga mun, bæði fyri sjúklingar og familjur teirra og vit eru errin av, at kunnu geva til teirra verkætlan, sum gullsponsorur.