Um Arctic Import
NORÐURATLANTSHAVIÐ ER OKKARA HEIMAVØLLUR
Arctic Import er fyritøka, sum er famlijuogn. Síðani stovnanina í 1978, hevur fyritøkan ment seg til ein av sterkastu marknaðarleiðarunum í Grønlandi innan B2B-heilsølu, við denti á lokala, sosiala ábyrgd og skyldur. Tað er ikki av tilvild at vit eita Arctic Import. Norðuratlantshavið er okkara heimavøllur og vit brenna fyri gerandisdegnum her. Arctic Import leggur dent á grønlendska, føroyska og íslendska marknaðin og fyritøkan er ein serkønur handilspartnari, sum samstarvar við almennar stovnar og privatar fyritøkur, við einum serstakliga fjølbroyttum úrvali av smásølu, mati, og non-foodvørum.
Portfolio hjá kundum okkara er sera fjølbroytt; alt frá smáum fyritøkum við gerandisútbering til størri hotellketum, matstovum, byggivinnuni, heilsuskipanini, almennum stovnum og privatum fyritøkum. Okkara førleikar og tænastur eru styrktar gjøgnum árini og í dag er Arctic Import útbýtari og handilspartnari í Grønlandi og í restini av Norðuratlantshavi.
Tænasta, skynsom ráðgeving og effektivur logistikkur eru natúrligir partar av teimum royndum kundar hava, tá ið teir handla hjá Arctic Import. Okkara tænastur eru ikki bert fyri størri býir í Norðuratlantshavi, men eisini fyri fjarastu økini norðanfyri. Í dag hevur Arctic Import 120 starvsfólk.
Fyri at okkara tænastur skulu vera so nær kundunum sum gjørligt, hevur Arctic Import heilsølugoymsluhús og kontór í Nuuk (Grønlandi), Tórshavn (Føroyum) og í Ålborg (Danmark). Tað hevur týdning fyri okkum, at hava tætt samband við okkara kundar, at kenna teirra avbjóðingar og tørvir og at leggja doyin á, at vera hvørjum einasta kunda til tænastu. Vit hjálpa við at stuðla undir avgerandi trygdina í vøruketuni innan smásølu av handilsvøru, ferðavinnu, bygging og ráevnisvinnu.
EKSPERTAR Í FLUTNINGI
Vit hava ekspertar sum vita hvat krevst og sterkar partnarar í logistikki. Vit standa fyri tilgongdini, tá ið vørur skulu flytast úr Danmark til Norðuratlantslond og frá lokalari goymslu út til kundarnar.
VIT TÆNA TÆR
Fyri okkum er tað avgerandi, at øll starvsfólkini skilja og virða, at ein kundi er altíð í hinum endanum. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at hvør einstakur kundi kennir seg vælkomnan hjá okkara fyritøku.
VIT ÚTBÚGVA TEG
Vit eru ein A-limur í CRS Greenland og vit raðfesta tað, at brúka grøndlendska arbeiðsorku, og grundleggjandi og hægri útbúgving av verkafólki, sera høgt. Vit leita altíð eftir nýggjum lokalum starvsfólkum í øllum marknaðum okkara.
VIRÐI OG MENTAN
Virði eru við til at lýsa okkara mentan — tey eru ein kjarni í gerandisumhvørvinum, sum vit arbeiða í.
Hesi virði siga okkum, hvørji vit eru og hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Tey hava týdning, ikki bert, tá ið tað snýr seg um starvsfólk okkara, men eisini viðvíkjandi kundum og partnarum. Tað er avgerandi, at bæði fyritøkan og starvsfólkið halga seg til hesi virði. Vit trúgva á langtíðarsamskifti, har ið vit samstarva, stuðla hvørjum øðrum og saman menna eitt dámligt arbeiðsumhvørvi og eitt úrslitagott virki.
SPONSORPOLITIKKUR
Sum ein sterk samanbólking í Norðuratlantshavi, síggja vit tað sum okkara skyldu, at taka ábyrgd av øllum virksemi okkara og hjálpa til við positivu menningini av felagsskapunum, sum vit eru partur av. Hvør ár stuðlar Arctic Import virksemum, sum hjálpa børnum og ungdómi í lokalumhvørvinum, at fáa eina góða byrjan í lívinum og soleiðis gera tað lættari hjá teimum, at trívast í samfelagnum.
M.a. stuðla vit framtøkum sum Stop Cancer í Grønlandi og fleiri øðrum lokalum barnaverkætlanum.
Høvuðsmálið við okkara sponsorstuðli er:
- At stuðla verkætlanum og framtøkum, sum skapa virði hjá lokalumhvørvinum.
- At veita fíggjarligan stuðul og materiellar vørur til ávísar verkætlanir sum hjálpa børnum, sum er illa stødd.
- Einstaklingum og felagsskapum gjøgnum fast limagjald.