VERÐ PARTUR AV ARCTIC IMPORT

Vit leita altíð eftir eldhugaðum og dugnaligum starvsfeløgum, sum gjarna vilja hava eina jaliga ávirkan. Ekspertisan og eldhugin eru lykilin til okkara góðu úrslit.

Tú ert altíð vælkomin til at ‘browsa’ í okkara síðum og læra meira um, hvørji vit eru og hvat vit gera. Vónandi gevur hetta tær ein varhuga av, hvat tað merkir, at vera partur av Arctic-toyminum. Vilt tú vera við? Hygg eftir okkara leysu plássum.

Um vit ikki hava júst tann leiklutin, sum tú hevur leitað eftir, eggja vit tær kortini til at senda okkum eina sjálvbodna umsókn til hr@arcticimport.dk

Vit gleða okkum til, at hoyra frá tær.

Vit eru

STARVSFÓLK
Í GRØNLANDI

STARVSFÓLK
Í FØROYUM

STARVSFÓLK
Í DANMARK

VILT TÚ VERA VIÐ Í ARCTIC-TOYMINUM?

Vit vilja vera
sterkasta toymið
í Norðuratlantshavi

Vit arbeiða altíð við at betra okkum sjálvi, meðan
vit eisini hjálpa hvørjum øðrum, at gerast betri.

Vit vilja geva
bestu kundatænastu
í Norðuratlantshavi

Ein serliga týdningarmikil partur av okkara uppgávu, sum er at skapa bestu kundatænastu í Norðuratlantshavi, er okkara førleiki til at arbeiða sum sterkasta toymið gjørligt hvønn dag.

Vit vilja vera
besti partnarin
í Norðuratlantshavi

Vit eru ein royndur og strategiskur partnari. Okkara eldhugi og professionella tilgongd tryggjar eitt álítandi partalag.

FYRIMUNIR VIÐ, AT ARBEIÐA HJÁ ARCTIC IMPORT

STARVSMØGULEIKAR BEINT NÚ

Vit leita eftir sølupersóni í Tórshavn


Søluráðgevi

SALGSELEV I NUUK

VIT LEITA ALTÍÐ EFTIR DUGNALIGUM FÓLKI...

Hjá Arctic Import vilja vit hava nøgdar kundar. Tí leita vit altíð eftir áhugaðum og dugnaligum starvsfeløgum, sum vilja gera mun. Vitanin og dugnasemi hjá okkara starvsfólki, eru lykilin til, at tað gongur okkum so væl. Um vit ikki hava tað leysa starvið, sum tú leitar eftir, kanst tú framvegis senda okkum eina sjálvbodna umsókn. Sig okkum eitt sindur um tínar arbeiðsroyndir og um hvussu tú hevði passað inn hjá Arctic Import.

Allar umsóknir verða slettaðar, tá ið tær eru umrøddar og svaraðar. Um vit vilja varðveita tína umsókn, senda vit tær eini boð, har vit biðja teg um samtykki og so verður umsóknin goymd í 6 mánaðir, áðrenn hon verður slettað.

Vit gleða okkum til, at hoyra frá tær.