VIRÐI OG MENTAN

Virði okkara lýsa hvørji vit eru og hvussu vit fara við hvørjum øðrum. tey eru avgerandi. ikki bert, tá ið tað snýr seg um starvsfólk okkara, men eisini mótvegis kundum og partnarum.

Mentanin, sum vit sikta eftir innan arctic-bólkin, kemur ikki av sær sjálvum. hon er undir støðugari menning og er savnaða úrslitið av okkara gerðum – atburður okkara lýsir okkara mentan.

ANSVARLIGHED (ÁBYRGD)
Vit eiga øll ein lut í, at skapa eitt lokkandi arbeiðspláss, har ið álit er av allarstørsta týdningi og uppgávur og ábyrgdir eru býttar. vit taka fyrsta stigið og taka ábyrgd og ræði á okkara uppgávum.

RESPEKT (VIRÐING)
Vit eru umhugsin, vísa áhuga, og virða hvønn annan sum starvsfelagar og eru saman í avslappaðum lagi. vit viðurkenna og hava virðing fyri mentanarligu leistunum og tí serstaka, sum er til staðar í teimum marknaðum, sum vit arbeiða í.

TROVÆRDIG SAMARBEJDSPARTNER (ÁLÍTANDI PARTNARI)
Vit eru ein álítandi partnari hjá hvørjum øðrum, eins og hjá okkara kundum og veitarum. vit veita góðsku og meira virði til tíðina. vit sikta eftir, at vera eitt trygt og álítandi val.

UDVIKLINGSORIENTERING (MENNINGARSIKTANDI)
Vit hava visjónir fyri framtíðina og leggja altíð høvuðsdent á, at menna góðar kundaloysnir og innanhýsis framstig. vit eri opin, tá ið tað snýr seg um nýggj hugskot og savna okkum um kundarnar.

ENGAGEMENT (SKYLDUR)
Vit halga okkum til at skapa úrslit og altíð veita virði til okkara kundar. vit vita, at hetta krevur samstarv og góðsku á øllum stigum.