Søluráðgevi til fremsta toymið í Norðuratlantshavi


Hjá okkum ert tú við til at gera mun, tá ið tú fert til arbeiðis. Fyri tínar starvsfelagar, okkara viðskiftafólk og fyri føroyska samfelagið. Tí leita vit eftir einum nýggjum søluráðgeva, sum ikki missir fótafestið og ber Føroyar í hjartanum. Á tann hátt kanst tú vera við til at geva bæði tínum starvsfeløgum og okkara viðskiftafólki íblástur í dagligu ráðgevingini av bæði størstu og minstu fyritøkunum og stovnunum í Føroyum. So um tú sært teg sjálva/n sum fyrikomandi, álitisvekjandi og dugnaligan til at skilja tørvin hjá kundanum? Verður tú eggjað/ur av at skapa úrslit av at ráðgeva og veita tænastu? Og ert tú til reiðar at finna tín innara søluráðgeva fram? So kanst tú gerast partur av framfýsna sølutoyminum hjá Arctic Import.

Hjá Arctic Import veita vit ikki bara vørur - vit veita eisini loysnir, møguleikar og virðir. Hjá okkum eitur tað bara góður keypmansskapur. Tað krevur innlit, kunnleika til lokala samfelagið og viljan at taka ábyrgd. Og nú leita vit eftir tær, sum vil vera við til at gera ein mun í tí felagsskapi, sum vit eru partur av.


Um Starvið
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum søluráðgeva, sum vil gerast ein týðandi partur av okkara lokala toymi í Føroyum. Her fært tú møguleikan fyri at seta tín dám - ikki bara á søluna, men eisini á sambondini, á marknaðin og tann felagsskap, sum vit virka í.

Tú fært ein lyklaleiklut í at viðlíkahalda og menna sambondini við okkara viðskiftafólk, uppsøkjandi sølu og eyðmerking av nýggjum virkisøkjum. Tín gerandisdagur verður merktur av ábyrgd, samstarvi og ferð - men eisini av einum sterkum liðanda og eini mentan, har arbeiðsgleði og langsiktaði sambond eru í miðdeplinum, og har júst tað, sum tú ert, verður virðismett.


Tínar uppgávur fara millum annað at fevna um:
• Søla av okkara vørum innan nonfood-øki

• Røkt og menning av bæði nýggjum og verandi viðskiftafólki

• Dagligt samband við okkara viðskiftafólk og veitarar í samband við fyrispurningar, tilboð, bíleggingar og ráðgeving

• Luttøka í innanhýsis og tvørfakligum verkætlanum

• Dentur verður lagdur á útbýgging av okkara virkismøguleikum - viðskiftafólk og marknaðarpartar

 
Hvør ert tú?
Tú trívist í einum lívligum og skiftandi umhvørvi, hevur royndir við vinnusølu og harvið hevur tú uppbygt tær eitt gott netverk og kann vísa á úrslit yvir fleiri ár. Tað fellur tær náttúrligt at byggja álit, og tað eggjar tað at skapa loysnir, sum gera mun fyri tínar samstarvsfelagar.

Her eru nakrar dygdir, ið vit virðismeta hjá okkara nýggja søluráðgeva:
• Brennur fyri vinnusølu

Arbeiðir framrættað og við einum góðum úrsliti fyri eygað, og samstundis hevur tú evni at eyðmerkja nýggjar samstarvsfelagar og nýggjar marknaðir

Hevur góði evni at knýta samband og sær heildina

Góðan førleika í Microsoft Office – serliga Excel

Trívist í toymum og í samstarvi tvørtur um deildir - Góð evni at samskifta - Royndir við at byggja upp og røkja sambond við viðskiftafólk


Vit bjóða tær:
• Eitt starv við ábyrgd og møguliga fyri at seta tín dám á okkara leiklut í Føroyum

Eitt sterkt og trúfast toymi við høgari fakligheit og hollum kunnleika til føroyska samfelagið

Eitt arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á trivnað, samstarv og burðardyggan vøkstur

Møguleikar fyri bæði persónligari menning og menning í mun til títt starv

Tú kemur at arbeiða tætt saman við okkara sølustjóra og verður ein týðandi partur av menningini av føroysku deildini hjá Arctic Import.


Umsókn:
Vit koma leypandi at hava starvssamrøður, og starvslýsingin verður strikað, so skjótt rætti umsøkjarin er funnin. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sophus E. Dahl-Christiansen, sølustjóra, á tlf. 233666 ella umvegis teldupost til sdc@arcticimport.fo.

Hevur tú hug at verða partur av toyminum og skapa tær eina framtíð hjá Arctic Import? So send umsókn og CV til
hr@arcticimport.dk og viðmerk ”Søluráðgevi”.


Um Arctic Import:
Vit veita vørurnar, uttan mun til hvar í Norðuratlantshavi tú býrt. Tí vit eru errin av at kunna veita júst tað, ið tú hevur tørv á, tá ið tú skalt brúka tað. Við virðing fyri menniskjum, náttúru og samfeløgunum í Norðuratlantshavi veita vit loysnir til fyritøkur og almennar stovnar umframt vørur til gerandisdagin, lívsins hæddarpunkt og alt annað. Vit rópa tað góðan keypmansskap. Tí krevur nevnliga servitan at tryggja innkeyp, flutning og veiting í Norðuratlantshavi, har vit menniskju í stóran mun eru tengd av náttúruni.

Handil hevur altíð knýtt fólk saman, og tað livirúm, sum vit skapa, tá ið vit geva íblástur til næstu gourmetupplivingina, innrættanina av bygdaskúlanum, ella tá ið vit syrgja fyri tí, sum er neyðugt í gerandisdegnum í smáum samfeløgum, ella tá vit eru vit til at seta á stovn nýggj arbeiðspláss lokalt og útbúgva næsta ættarliðið innan handil. Arctic Import snýr seg um felagsskapin, sum vit virka í, og okkara hjørtu sláa í takt við Norðuratlantshavið, har vit altíð hava trúð uppá okkara leiklut í langa tíð. Tí vit vita, at tað, sum vit gera, snýr seg minst líka nógv um teg og tíni nærmastu eins og tann stóra, søguliga felagsskapin í Norðuratlantshavi.

Arctic Import: Vit reka handil - í felagsskapi við Norðuratlantshavi