Arctic Import er valt sum veitari til stóran skúla í Nuuk

Ein spildurnýggjur skúli er í gerð í Nuuk. Vit eru errin av, at hava fingið sáttmálan til at útvega innbúgv og aðra útgerð til skúlan. Hetta er mest umfatandi bíleggingin av innbúgvi og útgerð til barnaskúla í Grønlandi.

Vit styrkja okkara pláss sum oddapartnarar hjá bæði privata og almenna sektorinum í Grønlandi. Okkara virksemi hjá Atuarfik Inussuk, sum er nýggi skúlin í Nuuk, er eitt týðandi fet tann vegin. Hesin nýtíðarhóskandi skúli er 16,500 fermetrar og skal koma í staðin fyri eldru skúlarnar í býnum. Hann fer at hava smá læruøki, sum stimbra akademiska dygdargóðsku og bjóða gomlum frálæruháttum av. Innanduraarkitektururin og innbúgvið eru týðandi partar av, at vekja hesa hugsjón.

Lekolar_Indretningsplan_2
Lekolar_Indretningsplan_3

- Skúlin skal geva eitt læruupplivilsi, har ið nýhugsandi lærdómur og umhvørvið verða raðfest. Til hetta krevst dygdargott skúlainnbúgv og hetta gleða vit okkum til at útvega í samstarvi við partnara okkara, Lekolar,, sigur Kasper L. Andersen, verkætlanarleiðari.

Nýggi skúlin leggur dent á kreativitet, samstarv og tvørfakligan lærdóm. Tí er tað avgerandi, at innbúgvið og læruumhvørvið stuðlar hesum málum og eggjar næmingunum, sum eisini hava verið við, tá ið hesar avgerðir vórðu tiknar. Valið av innbúgvi stuðlar hesum virðum og myndar karmin fyri smáum og tryggum felagsskapum. Okkara samstarv við royndu innanduraarkitektunum hjá Lekolar hevur verið avgerandi, tá ið tað snýr seg um at skapa hesi hugvekjandi og lívligu umhvørvi.

Klaus Sindberg, sum er søluleiðari hjá Lekolar, leggur eisini dent á sterka samstarvið millum Arctic Import og Lekolar.

"Vit hava eitt sera gott samstarv og ein opnan og tættan dialog. Hetta er ein fortreyt, tá ið fari verið undir eina stóra verkætlan, so sum nýggi skúlin í Nuuk. Styrkin í okkara samstarvi er, at báðir partar brúka sínar kjarnuførleikar. Arctic Import eru serfrøðingar í logistikki og læruumhvørvum. Saman standa vit sera sterkt. Vit megna at savna alt saman í eina hægri eind, sum er nøktandi hjá kundanum. Eg eri sannførdur um, at øll fara at vera glað fyri nýggja skúlan,", sigur Klaus Sindberg.

Umframt at vera av framkomnastu skúlum, fer nýggi bygningurin eisini at vera ein miðdepil hjá teimum, sum búgva í býnum, tí at hann fer at fevna um eina ørgrynnu av virksemi. Lokalir felagsskapir fara eisini at hava atgongd til skúlahølini.

Tað, at flyta alt innbúgvið til skúlan er ein víðfevnandi logistisk avbjóðing. Arctic Import hevur eftirlit við verkætlanarleiðslu, góðskustýring og øllum, sum hevur við pakking av vørunum at gera. Hetta er fyri at fyribyrgja skaða undir flyting. Uml. 20 stórir, 40-føturs bingjur skulu eftir ætlan siglast úr Danmark til Grønlands, byrjandi fyrst í mars mánaði. Tað verður ein umfatandi uppgáva, at savnað saman ymisku innbúgvslutinir.

- Tað er eitt torgreitt putlispæl, at samskipa flytingina av so nógvum innbúgvi og tí eru vit við frá byrjan í enda. Logistikkur er ein av okkara kjarnuførleikum,, sigur Kasper L. Andersen.

Arctic Import hevur eisini útvega innbúgv, spæliútgerð og ymiskt annað til nýggja dagstovnin í Nuuk, sum lat upp í desembur 2023.

SÍ DØMIÐ UM DAGSTOVNIN NAASUT Í NUUK

Lekolar_Indretningsplan_4
Lekolar_Indretningsplan_1
Lekolar_Indretningsplan_5
Lekolar_Indretningsplan_6
Lekolar_Indretningsplan_7
Lekolar_Indretningsplan_8
Lekolar_Indretningsplan_1