Sølunæmingur ì Tórshavn


Vilt tú vera partur av eini dynamiskari fyritøku, ið hevur til endamáls at veita dygdarvørur og einastandandi tænastu til sínar kundar? Dámar tær ein gerandisdag har søla, tænasta og gott kundasamband eru í fokus, so er tað júst tær vit leita!

Í tíni lærutíð fylgir tú útbúgvingargongdini hjá fyritøkuni, og samstundis vilja vit tryggja, at tann tilognaða vitanin verður til praktiskar førleikar hjá okkum. Tað fer altíð at verða rúm fyri bæði fakligari og persónligari menning.

HVØRJAR AVBJÓÐINGAR FÆRT TÚ?
Tú fert í tí dagliga at starvast tætt saman sølutoyminum hjá okkum, umframt starvsfeløgum í logistik- og speditørtoyminum. Tú fært tí ein týdningarmiklan leiklut í toyminum.

Arbeiðsuppgávurnar er nógvar og ymiskar, og tær fevna millum annað um:

  • Søla og tænasta
  • Avgreiða fyrispurningum frá kundum og bíleggingum
  • Kundasamskifti - bæði fysiskt og talgilt
  • Taka goymsluvøru til bílegging
  • Viðlíkahald av masterdata
  • Fakturering og avstemman
  • Ymiskar ad hoc uppgávur


TÍNIR FØRLEIKAR
Vit ímynda okkum, at hevur hesar førleikar:

  • Tú ert tænastusinnað/-ur og vil veita kundum okkara bestu hugsandi tænastuna
  • Tú trívist við nógvum sambondum við kundar, veitarar og starvsfelagar
  • Tú hevur lokið miðnámsprógv
  • Tú hevur góðar málførleikar í bæði føroyskum og donskum
  • Tú er lættur av lyndi, er opin og hevur eina jaliga tilgongd til tín gerandisdag
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, skipað og fokuserað


TÍTT ARBEIÐSPLÁSS:
Arctic Import er ein sterk familjufyritøka innan heilsøluvirksemi. Norðuratlantshavið er okkara heimavøllur, og gerandisdagurin her er nakað, sum vit brenna fyri. Takkað veri okkara virksemi í økinum gjøgnum nógv ár, kenna vit marknaðirnar so væl sum fáur og vit eru errin av okkara norðuratlantiska arvi.

UMSÓKNARFREISTIN:
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sophus E. Dal Christiansen, sølustjóri, á telefon +298 233666 ella á sdc@arcticimport.fo. Hevur tú hug at vera ein partur av okkara sterka toymi, so er at senda tína umsókn við lívsrensli til okkara HR-samskipara Amalie Møller á hr@arcticimport.dk sum skjótast.

Vit hava starvssamrøður leypandi og taka starvslýsingina burtur, tá ið rætti persónurin er funnin.