LEYST INVENTAR TIL ATUARFIK MATHIAS STORCH

Arctic Import vann almenna boðið til at útvega leyst inventar til skúlan Atuarfik Mathias Storch í Ilulissat. Útvegað vórðu nertiskíggjar, borð, stólar, goymsluloysnir, sofamøblar, talvur, lampur, klokkur, uttanduramøblar, gardinur, grafikkur, køksvørur, amboð og o.a.

Arctic Import hevur havt tættan dialog við arkitektar viðvíkjandi mongd, litsamanseting og val av tilfari, fyri at finna bestu loysninar til skúlan.

d6h_5784_1
Atuarfik Mathias_Layer 8

Skúlastovurnar eru útgjørdar við aktiva lærarastólinum Ray og hæddarjusteraða borðinum SUB, bæði frá Labofa, umframt samvirknu talvurnar frá Prowise og tussjtalvur og kunngerðartalvur frá Abstracta.

Skúlatorgið hevur ymiskar sonur, so sum mat/samkomustøð við rundum borðum, sum hava Mood-stólin frá Randers Radius Design og fríløtustøð við sekkjastólum frá Fatboy. Ovasta hæddin á skúlatorginum er útgjørt við bleytum møblum, sum kunnu flytast um neyðugt, pútum og rundum puffum frá Softline og so eisini modulerum sofum frá Howe. Mobilu skíggjaveggirnir frá Abstracta eru effektivir, tá ið tað snýr seg um smærri pláss innanfyri einum størri øki.

Í goymslurúminum er ein loysn við smidligum stálhillum frá BCI bókasavnsinnbúgvi sett í brúk. Innan- og uttandurasniðgevingin er skraddaraseymað til uppgávuna. Fyrisitingarøkið er útgjørt við tíðarleysum borðum og goymslu frá Holmris og snøgga og ergonomiska Cobra-stólin frá Labofa. Hugsað verður um smálutirnar í t.d. borðskíggjum og lampum, eins og goymslueskjum úr reinari eik.

Í skúlastovum til ávís fak, verða krakkar brúktir í staðin fyri skúlastólar, saman við smáum, tríkantaðum borðum, sum kunnu setast saman á ymiskan hátt. Frakkarúmini hava mobil klædnaskáp frá Hyll-teknik, við smidligum húgvuhillum við krókum og skógvahillum við regnbakkum.

Atuarfik Mathias_Layer 17
Atuarfik Mathias_Layer 14
Atuarfik Mathias_Layer 10
Atuarfik Mathias_Layer 11
Atuarfik Mathias_Layer 18
Atuarfik Mathias_Layer 13
Atuarfik Mathias_Layer 9
Atuarfik Mathias_Layer 12