Møblering av søguligari universitetsbygging í hjartanum í Tórshavn

Á havnarlagnum í føroyska høvuðsstaðnum, Tórshavn, liggur gamla saltgoymslusiloin, sum í dag er partur av fróðskaparsetursøkinum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Arctic Import hevur útvegað innbúgv til søguliga bygningin, herímillum næmingaborð- og stólar, skrivstovuinnbúgv umframt matarhølisinnbúgv og loungemøblar.

Skiftið, ið fór fram, tá Føroyar fóru frá at vera fiskiveiðusamfelag til nútíðarinnar nýmótans samfelag, hevur sett sjónlig spor kring oyggjarnar. Eitt av teknunum um hetta skiftið er gamla Sjóvinnuhúsið – saltgoymslusiloin á havnarlagnum í Tórshavn í hjartanum í føroyska høvuðsstaðnum. Í gomlum døgum varð siloin nýtt sum saltgoymsla til ómetaliga stóru føroysku fiskaframleiðsluna, men í dag er hon partur av Fróðskaparsetri Føroya.

Partar av fyrrverandi saltgoymslusiloini og hølini, ið liggja við síðuna av henni, fevna tí í dag um fyrilestrarsal, frálæruhøli og tilhoyrandi umsiting. Innbúgv til mong av frálæruhølunum eru útvegað av Arctic Import.

dsc_0153_1
DSC_0006_1

Saltgoymslusiloin varð umvæld í 2018, umsitin av almenna stovninum, Landsverki, ið er byggiharri fyri alla almenna bygging í Føroyum. Føroyska arkitektavirkið, SNA Arkitektar vóru eisini við í verkætlanini, og tey eru sera nøgd við samstarvið við Arctic Import.

"Í sambandi við innrættingina av hølunum hjá Setrinum í Sjóvinnuhúsinum hevði eg tætt og gott samstarv við Arctic Import. Eg fekk skjóta og neyva vegleiðing og sendan av tilfarsroyndum og vørulistar. Umframt at innbúgvið í sjálvum sær hevði høgan standard, var sparringsgongdin í stóran mun við til at fremja eina væleydnaða heildarverkætlan", sigur arkitektur, Nina A. Arge frá SNA Arkitektum.

"Arctic Import hevur hollar royndir í at útvega innbúgv og búnýtisloysnir til undirvísingarstovnar, serliga í Føroyum. Og júst av hesi orsøk varð Arctic Import við serkunnleika í norðuratlantslondum valt til uppgávuna", sigur Sophus E. Dal Christiansen, Sølustjóri í Arctic Import Torshavn.

"Vit settu loysnir í høgari góðsku, sum samstundis høvdu lágt viðlíkahaldsstig, í miðdepilin. Til dømis bjóðaðu vit fram Cobra-skrivstovustólin frá Labofa. Umframt at vera ein hágóðskustólur við góðum sitikomforti, er hann skjótur at skilja sundur, ið hevur við sær, at tað er lætt at skifta eykalutir, og harvið er hann lættur at halda við líka", sigur hann og leggur aftrat, at Arctic Import eisini útvegaði eina ljóðtætta samtaluboks, har ein kann tosa í telefon ella arbeiða uttan órógv.

DSC_0014_1
DSC_0015_1
plenty box
Plenty Box (Photo: Abstracta)
DSC_0175_1