Arctic Import útvegar innbúgv til føroyska prestisjubygging

Glasir í Tórshavn er við sínum 1.500 næmingum og 250 starvsfólkum, størsti útbúgvingardepilin í Føroyum. Arctic Import hevur útvegað lounge- og bókasavnsinnbúgv til serstøku byggingina, ið er teknað av BIG Arkitektum og innrættað av Rosan Bosch Studio. Við útsýni yvir føroyska høvuðsstaðin, Tórshavn, og bæriliga Nólsoyarfjørðin liggur ein av mest prestisjufyltu byggingunum í oyggjabólkinum í nýggjari tíð – nevniliga útbúgvingardepilin Glasir.

Depilin varð grundaður í 2018, tá teir tríggir miðnámsskúlarnir, Føroya Studentaskúli, Handilsskúlin og Tekniski Skúli løgdu saman og vóru savnaðir undir somu lon. Bæriliga byggingin er teknað av altjóða viðurkendu arkitektafyritiøkuni, BIG Arkitektum, ið hava fingið íblástur til skapið av bygninginum í stórfingna landslagnum í Tórshavn, meðan eitt annað vælumtókt innrættingar- og sniðgevingahús, Rosan Bosch Studio hevur ábyrgdina av innrættingini.

DSC_0195
DSC_0191

Krøvini til veitararnar til prestisjufyltu verkætlanina vóru, ikki óvæntað, sera høg, og júst av hesi orsøk varð Arctic Import kosið sum veitari av loungemøblum, umframt av innbúgvi til bókasavnið í deplinum.

"Har vóru stórir, altjóða viðurkendir arkitektar við í verkætlanini, og hetta gevur sjálvsagt eina ávísa virðing. Vit fóru til uppgávuna, eins vit fara til allar okkara uppgávur: við eyðmjúkleika, virðing og við eyga fyri tørvinum hjá viðskiftafólkinum",  sigur Sophus E.  Dal Christiansen, Sølustjóri í Arctic Import Torshavn.

Við bæði bókligum og tøkniligum útbúgvingum undir somu lon er tvørfakligheitin í hásæti á útbúgvingardeplinum, og hetta skuldi sambært Eyðuni Hansen eisini verða endurspeglað í innbúgvinum: "Ein av orsøkunum til samanleggingina av teimum studenta- og tøkniligu útbúgvingunum var millum annað at hevja góðskuna á útbúgvingunum gjøgnum samstørv. Hetta skuldi millum annað koma til sjóndar á bókasavninum á deplinum, og samstarvaðu tískil tætt við Rosan Bosch Studio um, hvar tað var best hóskandi at stilla eitt nú bókahillar og annað bókasavnsinnbúgv", sigur hann.

Innrættingin í deplinum skuldi harumframt stuðla upp undir møguleikarnar hjá næmingunum at arbeiða í bólkum. Arctic Import útvegaði tí COURAGE-sofur frá MITAB, ið er ein svanamerkt modulsofa, umframt sofur av merkinum SILHOUETTE frá HAY.

"COURAGE-modulini kunnu setast saman eftir tørvi, og tær skapa í samansetingini við sofunum frá HAY, ið geva góða avbyrging, møguleika fyri at gera smærri rúm í stórum rúmum. Harumframt er innbúgvið eisini við til at skapa fjølbroytni og bindur rúmið saman",
sigur Sophus E. Dal Christiansen at enda.

dsc_0183
dsc_0186
dsc_0188
DSC_0217