ARCTIC IMPORT STENDUR Á ODDA FYRI INNBÚGVI Í ÆTLANINI UM VÍÐKAN AV TEKNISKA SKÚLA Í KLAKSVÍK

Í sambandi við víðkanina av Tekniska skúla í Klaksvík, varð tilboð um at útvega innbúgv og ymiska útgerð send út til áhugaðar fyritøkur.

Arctic Import varð valt sum útvegari til hesa framsøknu verkætlan. Vit høvdu ábyrgdina fyri øllum sendingum, sum fevndi um stólar og borð til einki minni enn 175 næmingar, umframt eyka innbúgv til ymisk læraraøki. Harafturat vóru kontórmøblar og útgerð til skiftirúm við í sendingi.

Sendingin varð liðug fyrstu dagarnar í august 2016. Vit høvdu sera gott samstarv við Landsverk í sambandi við verkætlanina.

tekniski-skúli-klaksvík-017_v2
tekniski-skúli-klaksvík-032_v2
tekniski-skúli-klaksvík-026_v2
tekniski-skúli-klaksvík-031